19.12.2022

Jólahald 2022

Aftaná ein heldur rokaligan dag, har tað hevur regnað so illa, at skúlin mátti avlýsa skúlagongdina, bussar hava avlýst koyring og fólk norðanfyri eru flutt burtur frá húsi og heimi, tí vandi hevur verið fyri skriðjulopi, so hava ein rúgva av kollfirðingum verið í skúlanum og sæð fittastu og óførastu børn í Føroyum framført sjónleik, sang, dans og annað. Fimleikahøllin var stúgvandi full av fólki til báðar sýningarnar. Aftaná vóru øll boðin til ein drekkamunn. Takk fyri góða uppmøting, fyri góðar framførðslur og fyri gott undirhald.