16.01.2023

Kavadagur í grunddeildini

Hóast ferðslan úti á vegunum gekk seint, so ruku sleturnar við fúkandi ferð uttan fyri skúlan í dag. Glað kavaklødd børn møttu væl hýrd í skúla í dag, tey allar flestu við sletum og skúlin hevði sera vælvirkandi rumpusletur til tey, sum manglaðu. Vit byrjaðu í myrkrinum á skráanum við busssteðgiplássið - lærararnir vóru ferðslupassarar - hvørki sleta ella bilur fór framvið uttan at trygdin var í hásæti. Tá tað lýsnaði fyri degi fóru nøkur niðan í bøin oman fyri læknahúsini - onnur hildu á at byggja holur ella at skreiða niðri við skúlan. Betri kavi er nokk ringur at finna :)