07.03.2023

Trivnaðararbeiði í 4. flokki

Kroppurin verður glaður, tá mann hevur onkran at spæla við.

Vit hava í nakrar vikur arbeitt við trivnaði inni í 4. flokki. 

Vit hava prátað og spælt nógv. Vit hava nomið álvarslig evni sum útihýsing, at føla seg uttanfyri, men vit hava eisini snakkað nógv um, hvat vit kunnu gera sum flokkur at fyribyrgja keðiligum støðum, og um hvussu vit kunnu fremja trivnað í flokkinum. 

Vit hava hoyrt søgur um bæði keðiligar og góðar dagar - og ongin ivi skal vera um, at tað er bæði hugaligari og stuttligari at hoyra tær góðu søgurnar. Men hinar eru eisini partur av okkara lívi, tær skulu bara helst ikki seta búgv. 

Ein partur av arbeiðinum hevur eisini verið at práta um, hvat ´eg`kann gera. Um eg síggi okkurt, eg veit er skeivt, um eg sjálv/ur geri okkurt skeivt og hvat eg kann gera, um eg føli meg óvirðisliga viðfarna. Ofta er skjótasta hjálpin floksfelagar og vinir.

Vit hava havt spælihugskot til fríkorterini í eini krukku, so øll vita seg hava onkran at spæla við, tí fríkorterið byrjar. Avtalað, at um onkur situr fyri seg sjálvan, so skulu floksfelagar biðja hendan koma upp í spælið. 

Hvør trivnaðartími er endaður við onkrum spæli, sum fleiri skulu vera við til at spæla - hetta hevur teimum dámað væl. 

Myndirnar omanfyri eru frá stóladansi, men ikki heilt vanligum stóladansi.

Spælið byrjar við, at øll hava ein stól í part. So spælir tónleikurin og øll renna rundan um stólarnar - so verður ein stólur tikin burtur - og enn er alt sum tað plagar at vera.

Tá tónleikurin steðgar, so skulu øll seta seg og nú kemur tað, sum brýtir frá tí vanliga stóladansinum: Øll skulu hava eitt pláss, hini mugu hjálpa, so eingin stendir eftir uttan at kunna seta seg onkra staðni. Og soleiðis heldur spælið fram til bert ein stólur er eftir, og øll hava fingið pláss at seta seg. 

Hetta var eitt stuttligt spæl - eisini fyri okkum, sum stýrdu stólum og tónleiki. 

Og sjálvandi varð dansað um stólarnar við KÌF-sanginum