07.03.2023

Navnorð í 3. flokki

Mállæra kann gott vera ordiliga stuttligt at arbeiða við.

Í 3. flokki byrja vit hvønn tíma í føroyskum við ein setningi, sum skal greinast. Vit finna navnorð, sagnorð og lýsingarorð. Eisini práta vit um týdningin av orðunum. Hetta er bæði stuttligt og læruríkt.

Myndirnar omanfyri eru frá tveimum ymiskum undirvísingartímum í føroyskum. Sum tit síggja, so verður arbeitt væl og øll eru við. Uppgávan var, at hvør bólkur skuldi skriva so nógv navnorð niður á gula lepan, sum tey megnaðu upp á 5 min. Tey máttu tosa saman, tí um fleiri orð vóru líka, so taldi bert tað eina. 

Hetta var sera spennandi. Tá 5 min vóru farnir, var stórsta arbeiðið eftir, og tað var at telja upp. Og javnt varð, tað má sigast: allir tríggir bólkar fingu 37 ymisk navnorð upp á veggin. 

Øll hesi navnorðini á gulu lepunum blivu goymd til ein annan tíma í føroyskum. Og tað varð í dag. 

Øll orðini vóru koyrd í ein stóran bunka og nú varð uppgávan at deila tey út í rætt kyn; kvennkyn, kallkyn og hvørkikyn. 

Man skuldi gera skjótt av - øll stóðu í einari langari rekkju og skuldu taka ovasta navnorð og avgera, hvat kyn tað hevði. Onkur hevði tað hugskotið, at man kundi gera eina stutta søgu við orðinum. Og tað snilt og ger tað eisini lættari at vita, hvat kyn orðið er.

Eisini hetta var sera stuttligt. Tað er ikki altíð man sleppur at renna upp í mínum tímum :) 

Okkurt orð kom skeivt fyri - og tað er viðhvørt tað, sum er mest spennandi. Tí nú var okkurt áhugavert at snakka um - og tað er tá vit læra mest. 

Afturat hesum hava vit lisið, arbeitt í arbeiðsbókunum og fingið tíð at lurta eftir framhaldssøguni Tonja í Gliturdali. 

Takk fyri ein góðan dag í 3. flokki