5. flokkur til skúlaleikir
Mikudagin var 5. flokkur í skúlanum við Streymin. Har vóru Skúlaleikir hildnir fyri 5. flokkar. Tilsamans vóru umleið 100 børn, sum hugnaði sær og kappaðust.
Vit róðu á rogvimaskinum og spældu badminton.
Vit komu at kenna fleiri aðrar næmingar. Vit skrivaðu teirra nøvn á eitt stórt ark Vit fingu eisini blusu, vatn og matpakka.
Samanlagt høvdu vit flest stig og skulu til landsstevnuna í Skúlaleikum í mai mánaða í ár.
Hetta var ein sera góður dagur, har tað ráddi um at hava tað stuttligt, meðan vit kappaðust.
Stutt um Skúlaleikir:
Skúlaleikir er eitt skúlaátak sum er samskipað av ÍSF. Høvusðendamálið við Skúlaleikum er at vekja forvitni og gleðina hjá børnunum við at íðka og røra seg.
Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.
Les meira her




























