14.04.2023

Samfelagið - evnisvika

Hesa vikuna hevur Kollafjarðar skúli verið karmur um eitt lítið samfelag í samfelagnum

Hendan vikan hevur verið nakað øðrvísi enn vanligt. Tað munnu vera fá, sum hava sitið niðri leingi í senn. 

Vit hava í felag bygt eitt samfelag upp við øllum hugsandi møguleikum. Men sjálvandi ber ikki til bert at brúka og njóta - eitt sindur av arbeiði skal til, um nakað skal eydnast. 

9 ymisk arbeiðspláss hava verið at søkja.

Vit hava havt bommvirki, biograf, hugflogið við skreytlutum, vælverustovu við hitapotti, cafe Úthangið við borðspølum og kareoke, endurnýtslu, experimentarium, myndaboks og tíðindastovu, sum dagliga kunnaði um alt tað, sum gekk fyri seg í okkara lítla samfelag. 

Tann allarfyrsta dagin skuldu starvsfólkini (Næmingar og lærarar) gera ymiskt klárt, gera hølini klár til júst teirra endamál, gera prýðislutir, finna upp á spennandi og áhugaverd evni og gera plakatir og lýsingar, so kundarnir vildu brúka pengarnar hjá teimum. 

Væl varð arbeitt - lønin var 50,- fyri hvønn tíma arbeitt varð. 

Mikudag og hósdag var fyrst arbeitt, síðani fekk helvtin av næmingunum frí at keypa og royna ymiskt. So var býtt um, so hini, sum í fyrstu syftu høvdu arbeitt og tikið sær av kundum, nú kundu fara út at brúka og njóta.

Fleiri av næmingunum vóru klár at arbeiða stutt eftir kl hálvgum áttu um morgunin og bíðaðu ótolin eftir okkum lærarum, sum hildu okkum møta rættiliga tíðliga -tvs eitt sindur yvir hálvgum. Tá er stuttligt at vera lærari. 

Fríggjadagin - sum var tann síðsti í evnisvikuni - lótu vit okkara lítla samfelag upp, so foreldur og onnur, sum høvdu tíð og hug, kundu koma at vitja og royna okkara samfelag. 

Og væl varð vitjað, hóast opið var í vanligari arbeiðstíð - tit foreldur eru fantastisk at stuðla skúlanum, og tí vit gera her. Takk fyri tað, tað gleðir okkum lærarar, men mest av øllum gleðir tað tykkara børn. Tey vóru so spent at vísa tykkum runt á skúlanum. 

Fleiri av okkara næmingum hava sagt seg hava havt teir bestu skúladagarnar nakrantíð, og nakrir av teimum eldru næmingunum søgdu seg vera sera glaðir fyri, at teir sluppu at vera við, hóast próvtøkur standa fyri framman. 

Men vit, sum sita inni á kontórinum vita, at einki ber til uttan góðar og eldhugaðar lærarar og onnur starvsfólk í skúlanum, sum hava gjørt nógv fyri at hetta skuldi vera ein so góð uppliving fyri okkum øll. Takk fyri tykkum. 

Runt um í skúlanum høvdu vit sett kassar, so møguleiki var at geva eitt oyra til Beran. Og væl varð givið. Vit fara í næstu viku at handa beranum 9.245,- kr. Túsund takk fyri allan stuðul. 

Eftir er nú bert at ynskja øllum, bæði stórum og smáum eitt sera gott og væl uppiborið vikuskifti. 

Fríðbjørg og Jón