27.04.2023

Kollfirðingar nr 3 í skúlatalvkapping

"Mikudagin fór 4. flokkur ein túr til havnar at kappast um føroyameistaraheitiđ í talvi. Tađ vóru Markus, Bogi, Kristian Svenning, Mikkjal, Julius og harafturat Samson úr 2. flokki og Jóhan Magnus úr Leynum, sum umbođađu Kollafjørđ.

Teir telvađu sterkt viđ øgiligari ferđ og djúpd. Endaliga úrslitiđ bleiv eitt flott 3. pláss, har teir allan vegin ígjøgnum andađu bæđi 1. og 2. plássiđ í nakkan.

Framúr gott úrslit, og vit gleđa okkum at síggja teir næsta ár."