10.05.2023

4. flokkur vann Skúlaleikir

Í gjár var endabrestur á ársins Skúlaleikum, tá 15 flokkar hittust til endabrakið á Hálsi í Havn. Seks ítróttagreinar vóru á skrá: Frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi. Næstan 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkum kring alt landið hava tikið lut í Skúlaleikum hetta skúlaárið. Dagurin gjørdist einastandandi góður og stuttligur. Hvør flokkur meira eldhugaður enn annar – bæði næmingar og lærarar - og eftir 13 undanstevnur vita ítróttagreinarnar júst, hvussu tær skipa ein góðan stevnudag. Alt hetta ger tað lætt og stuttligt hjá Ítróttasamband Føroya at skipa fyri einum so stórum skúlaátaki. Tá alt kom til alt, var tað næstan ikki gjørligt at taka dagar ímillum flokkarnar, og tí var spenningur stórur, tá ársins Skúlaleika-flokkar enduligu vórðu kosnir. Ársins Skúlaleika-flokkar 2023 gjørdust: 4. flokkur úr Kollafjarðar Skúla 5. flokkur úr Sands Skúla 6. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt