15.05.2023

6. flokkur súkklutúr yvir til Bul

6. flokkur fór súkklutúr yvir til byggifyritøkuna, Bulur. Byggifrøðingurin Ási Dam tók ímóti okkum og bjóðaði okkum sunkist. Ási forkláraði okkum, hvussu teir arbeiddu, og hvar teir gjørdu hvat. Teir gera elementini liðug inni. Tað longsta elementið, teir hava gjørt, er 9 metrar. Tað verður ov trupult at flyta, um elementini gerast størri enn tað. Tórur arbeiddi uppá eina síðu. Hann skeyt seymar í viðin við eini maskinu. So hann brúkti ikki hamara. Vit vóru ein annan dagin uppi í Hamrabøi og hugdu at einum húsum hjá Buli, sum júst vóru reist. Tað vóru faktiskt húsini hjá Ása. Ási fortaldi, at ein kvinna fyri stuttum varð útlærd sum húsasmiður hjá Buli. Og tað bar væl til, segði hann. So gentur kunnu eisini hava ein dreym um at gerast húsasmiður. Vit fara nú í 6.flokki at royna at tekna eini hús og innrætta tey inni á www.floorplanner.com