17.05.2023

9. flokkur - seinasta skúladag

Í dag hevur 9. flokkur havt seinasta skúladag. Flokkurin skipaði fyri ymiskum spølum í fimleikahøllini, har øll í skúlanum vóru samlaði. Tey nýttu eisini høvið at takka lærarum og starvsfólkum fyri árini í skúlanum. Hetta var ein góð og stuttlig løta - og eisini ein kensluborðin løta. Aftaná løtuna í fimleikahøllini, bjóðaðu tey lærarum av í fótbólti. Dysturin endaði 1-0 til lærararnar, sum høvdu fingið styrk frá Trygva og Kára til dystin. At enda bjóðaðu tey franskan hotdog og sunkist. Takk fyri ein góðan dag 9. flokkur.