18.06.2023

Seturskúlin 2023 við 1., 2. og 3. flokki

Skótahúsið við Løkin í Runavík var karmur um seturskúlan í grunddeildini í ár

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár var seturskúlin í grunddeildini ikki í Hósvík. 
Næmingarnir fingu ikki at vita beinanvegin, hvar vit fóru. Vit gjørdu eina gitikapping - og væl varð gitt. Tey sluppu at gita eitt git um dagin. Tey fingu 9 spor, eitt annanhvønn dag ella har á leið, sum leiddi tey nærri og nærri til, hvar vit skyldu vera. 
eg haldi eg hevði okkurt um eini 60 røtt svar og rættuliga nógv skeiv. 
Drigið var millum øll tey røttu svarini og Teirur í 3.fl vann eina T-troyggju við einum Føroyakorti á. 
komin til Runavíkar, settu vit viðførið av við skótahúsið og so koyrdi bussurin til Rituvíkar og til Æðuvíkar, áðrenn hann setti okkum av á Agninum, so vit kundu ganga út á Svangaskarð gjøgnum hagan. Á Svangaskarði ótu vit matpakkan og spældu til vit næstan ikki orkaðu meiri - so gingu vit eftir gøtuni oman á Toftavatn og til skótahúsið. 
Restina av tíðini spældu vit úti, niðri á vøllinum, keyptu bomm og ótu góðan mat. 
Áðrenn vit fóru til hús bar til at flætta hár og mála negl - alt úti í fantastiska veðrinum. 
Eg haldi, at hóast vit øll vóru troytt, tá vit komu aftur til Kollafjarðar(altso lærararnir), so elska vit at fara á seturskúla við okkara næmingum.