Fjølmentavika 2023 í 4. fl
Tað var við spenningi, at vit fóru í holt við at arbeiða við fjølmentavikuni í 4. flokki. Hvat merkir orðið fjølmentavika? Og hvat slag av orði er tað?
Í 4. flokki hava vit 14 næmingar og vit umboða 6 lond millum hesi 14.
Vit kannaðu fyrst hvørji lond vit komu frá. Fyrst kannaðu vit, hvørjum landi næmingurin var frá, so um foreldrini koma úr øðrum londum og so um ommur og abbar komu úr øðrum londum. Hetta var spennandi.
Vit funnu útav av í 4. flokki er ein næmingur frá einum øðrum landi, fleiri næmingar eru hálv frá øðrum londum og aftur onnur vóru kvart frá øðrum londum.
Í 4. flokki eru hesi lond umboðað: Føroyar, Filipsoyggjarnar, Danmark, Grønland, Tailand og Svøríki.
Vit vóru so heppin at omma Sylviu, Debo, sum er frá Grønlandi kom at vitja flokkin og fortelja um hvar hon vaks upp. Hon hevði nógv ymiskt áhugavert við, sum vit sluppu at síggja.
Eisini var pápi Kyle, Hans Marius, og vitjaði - hann vísti okkum, hvar í Filipsoyggjunum Kyle hevur búð.
Sigast skal at 4. flokkur hevur arbeitt sera væl og fingið nógv burturúr. Tey hava lært at brúka telduna, seta myndir inn í skjøl, lært eina rúgvu um hini londini - og ikki minst lært eitt sindur meiri um tey, tey ganga í flokki saman við.





























