Bindiløta á bókasavninum
Nær kanst tú koma at læra okkum at binda?
Tá næmingar biðja meg um at læra seg eitthvørt, og eg bæði dugi og kann, ja, tá ber snøkt sagt ikki til at siga nei.
Ein av gentunum í 2. flokki spurdi meg herfyri, um eg kundi læra seg at binda. Eg svaraði, at tað kundi eg gott, vit skuldu seta okkum ein dag, vit sluppu at vera inni í fríkorterinum, tí tað regnaði... men enn hava øll fríkorterini verið turr.
Fríggjadagin var tolið hjá henni uppi, tá komu tríggjar sera fittar gentur inn á kontórið at spyrja, hvussu leingi tær skuldu bíða afturat. Har var ikki annað at gera, enn at seta seg niður saman við teimum og binda. Sum altíð, tá stokkarnir ganga væl, er nógv og gott prát. Her var einki undantak.
Hvussu nógvar prinsessur má ein prinsur klemma, áðrenn hann veit, hvør er fittast? Ja, ikki er lætt at svara, men vit vóru samdar um, at tað mátti vera rættuliga nógvar. Bindisøgan niðanfyri greiðir frá okkara niðurstøðu:
Ein góður máti at læra at binda við er hesin:
Prinsurin (stokkurin í høgru hond) fer inn gjøgnum vindeygað í slottinum (uttasta eyga á vinstra stokki) og prinsessan (tráðurin, bundið verður við) klemmar prinsin, og tey fara út aftur gjøgnum vindeygað (stokkurin við tráði fsrs út aftur sama veg), og koyra vindeygað aftur (eygað verður slept av stokkinum). og so fer prinsurin aftur inn gjøgnum vindeygað og (ein nýggj?) prinsessa klemmar og soleiðis verður hildið fram, til einki vindeygað er eftir á stokkinum.
So eitt turriklæði ella ein troyggja krevja óteljandi prinsessur at klemma - ikki lætt at vera prinsur. Kanska er tað tí, hann hevur so nógvar veitslur? Ein sera hugnalig bindiløta á bókasavninum, hóast tað ikki regnaði.





