23.11.2023
Barnarættindadagur í Fuglafjarðar skúla
Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla skipaði áhugaverda dagin.
Øll næmingaráðini í Føroyum vóru boðin til áhugaverdan dag í Fuglafjarðar skúla. Evnið var barnarættindi.
Fleiri sera góðar tónleika- og kórframførslur krúddaðu okkum dagin - at syngja og spæla, tað duga tey væl í Fuglafjarðar skúla.
Landsstýrismaðurin í barna- og skúlamálum Djóni Nólsøe helt eina góð røðu um hansara politisku ynski á barnaøkinum.
Eisini hevði barnaumboðskvinnan (ella maðurin) eina framløgu um barnarættindi.
Spæliliðið skipaði spøl á vøllinum og tiltakið endaði við miðmála, skúlun bjóðaði Mist og pitsasniglar og pylsubreyð.
Ein góður og læruríkur dagur.






