14.12.2023

4. flokkur í køkinum

Herfyri var 4. flokkur í køkinum og bakaði smákøkur

Tá mann barasta er ein so fittur og arbeiðssamur flokkur, ja so sleppur mann onkuntíð okkurt serligt. 4. flokkur slapp at baka amerikanskar smákøkur - nevndar cookies. 
Tey dugdu væl at lata øll sleppa framat, so øll høvdu gjørt eitt lítið sindur í part. 
Tað var stuttligt at vera saman við teimum í køkinum. Smákøkurnar smakkaðu sera væl - lærararnir fingu eisini eitt sindur. 
Kanska fara vit aftur eina aðru ferð?