18.01.2024
Miðdeildin skreiðar
Í gjár var miðdeildin úti og skreiddi omanfyri skúlan. Nógvur kavi var, so tað bar væl til at skreiða.
Tá ið liðugt var, komu børnini oman í skúlan at fáa sær heitt kakao at drekka. Hetta var ein góð løta, har børn og vaksin hugnaðu sær saman.