21.05.2024

Vanliga skúlagongdin heldur uppat

Vegna verkfallið og manglandi reingerð á skúlanum, er avgerð tikin saman við kommununi um, at vanliga skúlagongdin heldur uppat.

Hetta inniber, at næmingarnir í 1.-3. flokk og í 7. og 8. flokki skulu ikki møta í skúla í morgin.

Miðdeildin, t.e. 4., 5. og 6. flokkur fara tó á seturskúla, sum ætlað.

Próvtøkurnar hjá 9. flokki - bæði skrivligar og munnligar - verða hildnar, sum tær skulu, og tí skal 9. flokkur møta í morgin sum fráboðað.

Skúlarnir hava fingið fráboðan frá Undirvísingarstýrinum, at hóast vanliga skúlagongdin steðgar, skal skúlavirksemið ikki niðurleggjast, men verður tillagað so leingi verkfall er.

Skúlin kunnar í morgin í vikuætlanunum hjá flokkunum, hvussu skúlagongdin verður skipað komandi dagarnar. Fyri flokkarnar á seturskúla kemur kunningin í komandi viku.