23.05.2024

Seturskúli 4. og 5.fl í Sandoy

  • Spruttholið á Sandi. Ein eldri maður greiddi frá, at tá hann var lítil, spruttaði øðiligt sjalvt um tað var púra stilt á sjónum. Nógv var dottið oman inni í holinum.
  • Spruttholið
  • Spruttholið
  • Mjátt sjógras. Vøkur blóma
  • Á veg til Gróthúsvík - vit leita eftir gívrunarsporinum
  • Munnu vit finna gívrunarsporið?
  • Her síggja vit sjálva gívrina. Konur á Sandi hava bundið upp á steinin. Alt á steininum hevur okkurt við søgnina um gívrina at gera. Stórt og flott arbeiðið
  • Steinrenningar Steinrenningar eru varðveittar leivdir frá livandi verum ella spor frá teimum. Dømi um steinrenningar her hjá okkum eru bløð, ið eru varðveitt í royðugróti. Viðarbular eru sumstaðni varðveittir í kolinum, men eisini innan í summum basaltfláum eru tekin um, at lavan hevur tikið viðarbular og kolað teir upp, so bara eitt hol er eftir.
  • Her sæst spor eftir viðarbuli
  • Útsikt yvir á Gróthúsvík og Skúvoy
  • Og her standa vit øll við vakra gívrunarsteinin
  • Gott stað at sita og njóta útsiktina
  • Sporið eftir viðarbulin var áhugavert at kanna
  • Her er gott at vera
  • Her sæst sporið eftir børkinum týðiliga
  • Spor eftir viðarbørki
  • Á helluni við gróthúsvík. Malargrótið sæst í bakgrundini
  • Á helluni
  • Her standa vit øll aftur. Á helluni við gróthúsvík
  • Framman fyri heimsins størsta postkassa. Postkassin var illa farin í vindinum í vetur.
  • Umborð á Sildberanum á veg til Skúvoyar
  • Umborð á Sildberanum á veg til Skúvoyar
  • Umborð á Sildberanum á veg til Skúvoyar
  • Tað var spennandi at vera upp á takinum, meðan vit silgdu út.
  • Onkur var sín fyrsta túr við báti -sera spennandi
  • Tað er gott at sleppa at gera okkurt øðrvísi viðhvørt.
  • Á veg norð í Fagradal.
  • Av og á vóru vit noydd at steðga fyri at njóta útsiktina
  • Deiligt við einum steðgi
  • Her sæst væl, hví dalurin eitur, sum hann ger: Fagridalur.
  • Grønt gras og lítið av gróti. Myndin vísir als ikki, hvussu vakurt har var.
  • Áðrenn farið var oman í dalin.
  • Ein dropa av eydnuberandi vatninum frá Rannvákeldu.
  • Rannvákelda. Tað sigt at eydnan fylgir tí, sum drekkur av hesi keldu.
  • Rannvátoft. Søgnin sigur, at her búði Rannvá í nógv ár í einsemi, tí hon hevði átt eitt barn uttanfyri hjúnalag. Ein harður straffur at fáa.
  • Frammanfyri Rannvákeldu
  • Í Fagradali
  • Í Fagradali
  • Ein vøkur tjørn í Fagradali
  • Tróndarsteinur. Aftanfyri hendan steinin fjaldi Tróndur í Gøtu seg og gandaði óført, so Sigmundur skuldi missa megi. Væl eydnaðist honum, tí Sigmundur misti svørð sítt og mátti leypa á sjógv fyri ikki at missa lívið.
  • Her standa vit á eggini og hyggja yvir á Høvdan. Nógvur fuglur og sera vakurt
  • Á veg til eini hús, sum eru bygd inn í bergið. Húsini síggjast ikki
  • Her standa vit á húsatekjuni. Ein fulgateljari býr í húsunum eina viku um árið og telur fuglar.
  • Bergið á Høvdanum
  • Sera vakurt fuglaberg.
  • Jóannes greiðir óført frá um fugl - og minking av fuglastovnunum. Fyrr vóru meiri enn ein millión lomvigar út ú Skúvoy, nú eru bert eini 70-80.000 pør
  • Myndur mugu takast til heimasíðuna
  • Heim í bygdina aftur aftaná ein sera góðan túr í Fagradali
  • Á veg heim eftir ein sera góðan túr í Fagradali - ella sum skúvoyingar siga: norði á Dal
  • Nú er gott við matpakka. Vit sita uttanfyri hjá Jóannes
  • Á veg yvir í kirkjuna
  • Eini gomul mylluhús í ánni
  • Grøv Sigmund Brestisonar. Grøvin vendir nærum norður-suður eftir fornum siði. Eftir kristnum siði venda gravirnar eystur-vestur.
  • Veðrið var sera gott
  • Kross og bolla - so vakurt við sóljum, summardá ella bløðum
  • Og væl lá fyri at spæla. Til stuttleika kann sigast, at bóndin koyrdi uttanum spælið, so tað ikki oyðileygist, tá hann skuldi framvið við traktorinum.
  • Her sæst, hvar vit gingu. Vit gingu eftir tí ljóasabláu gøtuni norður eftir oynni norð í Fagradal
  • Og so var sildberin aftur eftir okkum. Vit høvdu havt ein sera góðan túr úti í Skúvoy (skal úttalast /skygvi/)
  • Í anni heima á Sandi. Her var gott at spæla.
  • Samstarv í hásæti. Glað børn, sum gloymdu tíð og stað.
  • Tá summarið er best.
  • Sandur kann brúkast til mangt og hvat.
  • Tey dugdu væl at fanga kalvayngul og gera byrgingar
  • Ber til at fáa tað betri á einum seturskúla?
  • Og so var okkurt borðspæl á skrá
  • Her standa vit við Skúvoynni í bakgrundini. Tað ytsta á oynni er Høvdin, vit gingu úr bygdini út til Høvdan - tað var ikki loyvt at fara út á sjálvan høvdan.

Og ein svipp út í Skúvoy

Nú, meðan sólin spakuliga fer afturundir fjøllini og fuglarnir gerast meiri tigandi, leggja vit hetta út. 
Næmingarnir eru úti og njóta løturna saman á spæliplássinum ella á vøllinum. Ein góður seturskúli er um at vera av. Í morgin fara vit aftur til Kollafjarðar. 
vit hava sæð Spruttholið, sum ikki spruttaði so øgiligt. Seinni vitjaðu vit gívrunarsporið og sóu gívruna á vakra steininum. Í fjøruni í Gróthúsvík sóu vit spor eftir trøum í grótinum. Eisini lærdu vit eitt sindur um royðugrót og eldgos. 
Aftaná var gott at sleppa at brúka lummapengarnar :) um kvøldið var sjónleikur - væl var spælt og vit hugnaðu okkum. 

Vøllurin, spæliplássi, strondin og annars borðspølini vóru væl brúkt, áðrenn vit fóru til songar. 
Hósdagin fóru vit ein dagstúr til Skúvoyar - hetta var fyrstu ferð fyri rættuliga nógv av okkum. Onkur var tó, sum føldi seg heima í oynni. Vit vóru við ferðaleiðara norðri í Fagradali. Har var vakurt, grønt og stórsligið. Vit sóu Rannvátoftina og drukku eydnuberandi vatn úr Rannvákelduni. Vit só steinin, sum Trøndur í Gøtu lá aftanfyri og gandaði, so Sigmundur skuldi missa svørðið. 
Vit stóðu á takinum á húsinum, sum fuglaeygleiðarar brúka at telja fugl í. 
Ein heilt serligur og sera góður túrur í søguligum og sagnkendum stað. 
Heimkomin í bygdina vitjaðu vit gravstað Sigmund Brestisonar við eyðkenda krossinum. 
og so var tíð til spæl og fótbólt, áðrenn Sildberin førdi okkum trygt aftur til Sands. 
veðrið var so gott, at tey flestu fóru beint oman á sandin at vassa og svimja. 
hetta hevur av sonnum verið ein góður túrur. 
fleiri myndir koma eftirhondini sum netið verður betri