29.05.2024

Dagstúrur í bygdini saman við miðdeildini

Í dag hevur miðdeildin gingið túr runt í bygdini, saman við lærarum og Trygva sum frásøgufólk. Vit byrjaðu túrin niðri við Halgannastein og endaðu í húsinum hjá Peri. Trygvi fortaldi áhugaverdar søgur frá ymisku støðinum. Sera spennandi túrur. Og so fingu vit so fantastiskt veður eisini.
Myndirnar vísa á øll støðini vit vitjaðu.