20.05.2024

7. flokkur á seturskúla í Runavík

Í góðveðrinum mánadagin 13. og týsdagin 14. mei var 7. flokkur á seturskúla í Runavík.

Vit møttu í skúla kl. 10.00 at rudda saman við restini av næmingunum í skúlanum til árliga ruddingardagin, áðrenn vit á middegi fóru avstað við bussi til Runavíkar. Vit búðu í Skótahúsinum, sum er eitt frálíkt hús, ið liggur í sera vøkrum umhvørvi.

Á seturskúlanum gjørdu vit ymiskt, eitt nú gingu vit túrar, spældu spøl og hugnaðu okkum saman eins og vit hjálptust at við at gera matin saman og rudda.

Dagin eftir var bussurin eftir okkum kl. 12.00, og so lá leiðin aftur til Kollafjarðar.