14.06.2024
Skúlaútferð í grund- og miðdeild
Eftir varðagøtuni til Leynar
Hósdagin, tann 13. juni, vóru grund- og miðdeild skúlaútferð. Vit blivu koyrd við bussi niðan á oyggjarvegin, og síðan gekk leiðin niðan á bygdagøtuna, sum gongur runt um Sátuna og til Leynar. Vit gingu eftir gomlu varðagøtuni og útsýnið var vakurt. Vit sóu oman á Skæling. Varðarnir vóru vakrir og áhugaverdir. Hetta er ein sera lættur og vakur túrur. Tá vit nærkaðust Leynum, vóru børnini sera spent, tí nú sóu vit sandin. Tá vit komu á Leynasand, vassaðu fleiri børn og spældu sær á sandinum. Summi svumu, meðan onnur sólaðu sær. Eisini funnu vit fleiri sandskrubbur i smáum hyljum. Hetta var ein avbera góður túrur.