18.06.2024

Seinasti skúladagur

Í gjár var seinasti skúladagur. Dagurin byrjaði inni í flokkinum saman við flokslæraranum. Seinni varð sangløta, har vinnararnir til rørsludagbókina vóru funnir. Eisini heiðraðu vit Gunnvá fyri at hava starvast í skúlanum í 35 ár og Birgit og Jeanette, sum hava starvast í skúlanum í 25 ár.