20.08.2024

Opið hús í Tórshavnar musikkskúla

Skrá og hølisyvirlit sæst  her

Fríggjadagin 23. august 2024 frá kl 15-18 er opið hús í Tórshavnar Musikkskúla.

Øll eru hjartaliga vælkomin, børn, ung, foreldur, ommur, abbar osfr. at vitja musikkskúlan.

Til ber at kunna seg um musikkskúlan, og hoyra um tey tilboð sum eru, eisini vísa lærarar hvussu ymsu ljóðførini ljóða.

Hóast bíðilistar eru til ávís ljóðføri, eru onnur tilboð har til ber at byrja beinanvegin, ella við stuttari bíðitíð.

Skrivstova Musikkskúlans er eisini opin og har ber til at fáa kunning, umframt hjálp til tilmelding o.a. 

Ynski er at nógv taka av tilboðnum, men um so skal vera, mugu boðini fara út til so nógv sum gjørligt.

 

Vinarliga / Best Regards

 

Andrea Heindriksdóttir
Leiðari / Manager
Tórshavnar Musikkskúli / Tórshavn School of Music
Landavegur 84, FO-100 Tórshavn
Tel. +298 513312
andrea@torshavn.fo

www.tm.fo