22.08.2024

Fýra kendir kollfirðingar

Tað eru nógvir tankar, sum renna fram fyri ein, tá man er so heppin, at fáa eina mynd sum hesa. Hesi fýra - Hannus (húsavørður og enn til arbeiðis hvønn dag 70+ára gamal), Marin, Anna Rúna og Trygvi, hava gingið nógv spor og deilt eina rúgvu av síni vitan, til nógv av okkum, sum minnast onkran av teimum sum ‘fast inventar´ á skúlanum;) Sporini fækkast og tað er eitt sindur longri ímillum slíkar løtur, tá trý av teimum ikki hava fast starv á skúlanum meira, MEN tey eru øll trý javnan at síggja á skúlanum, tá tørvur er á vikarum. Tað er teimum væl unt, at sita í friði og práta, eina løtu sum hesa og lata onnur taka sær av tí, sum rørist á staðnum. Teirra lutur liggur ikki eftir.