6. flokkur við Westward Ho
6. flokkur í Kollafjarðar skúla vann báðar fiskikappingarnar. Vit fiskaðu bæði flestar fiskar og stórsta fisk
Sum vanligt, hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu, aftur í ár havt eina fiskikapping við 6. flokkunum. Kappast verður um at fáa flestar fiskar og at fáa stórsta fiskin.
6. flokkur vann báðar kappingarnar.
Flokkurin vann við 77 fiskum, sum er rættuliga nógv. Fiskurin skal hava eina ávísa stødd fyri at telja við, er hann ov lítil, skal hann út aftur.
Markus fiska stórsta fiskin - ein kalva á 10,5 kg
Flokkurin er hátíðarhildin fleiri ferðir:
Pf Jógvan Weihe stuðlaði kappingini við eini flottari tráðu til tann næmingin, sum fiskaði stórsta fiskin - ikki tykkum at siga, so var Markus bæði glaður og stoltur, og vit við honum. Øll í 6. flokki fingu ein upptrekkjara frá pf Jógvan Weihe eisini.
Umboð fyri handilin og manningin á Westward Ho var í skúlanum og handaðu vinningin.
Seinni var borgarstjórin saman við manningini í skúlanum og handaðu flokkinum steyp fyri flestu fiskar. Borgarstjórin helt eina flotta røðu fyri rokfiskarunum.
Vit Í Kollafjarðar skúla ynskja 6. flokki til lukku við báðum vinningunum.