Gestalærarar i 5. flokki i dag
Í dag hava Kyle og Jóan Mikal verið gestalærarar í 5. flokki. Á skránni var undirvísing í at gera torførar pappírsflúgvarar
Í dag var undirvísingin í føroyskum løgd til viks og pappírsflogfør sett á skrá í staðin.
Av og á skal man loyva onkrum heilt øðrum á skrá. Kyle og Jóan Mikal hava í eina tíð verið sera upptiknir av at gera pappírsflogfør. Vanliga er als ikki loyvt at flúgva við tílíkum flogførum í mínum tímum, men vit, sum eisini hava verið børn einaferð, vita, hvussu stuttligt tað er at læra at gera góðir flúgvarar og ikki minni at flúgva við teimum.
Væl dugdu teir at undirvísa. Kyle var høvuðsundirvísari og Jóan Mikal hjálpti til. Teir hjálptu floksfelagunum stig fyri stig og so, tá øll høvdu gjørt sær ein góðan flúgvara, fóru vit at royna teir.
Tað var stuttligt.
Myndirnar tala fyri seg.