10.12.2024

Frumframførsla fyri foreldrum

5. flokkur hevur framført leikin Lítli Gutti fyri foreldrum og øðrum av teimum nærmastu.

Síðan fyrst í novembur hevur 5.flokkur fyrireika seg til at framføra leikin Lítli Gutti.
Hetta hevur verið spennandi og læriríkt. Eitt var at læra seg leikin uttanat. Eitt annað var at fáa fatur í øllum, sum skuldi brúkast til at fáa leikin at rigga.
Nógvir einglar krevja nógvar einglabúnar og minst líka nógvar veingir og gloriur. Eg eftirlísti veingir alla møguliga staðni, men fekk ongar; men hvat gjørdi tað, tá ein av næmingunum simpulthen hevði gjørt veingir við hús?
Tær brúktu vit so til at gera fleiri eftir.

Tá ynski var um at fáa ein stiga til Lítla Gutta, og eg var nakað ivasom, um tað nú fór at rigga, ja, so smíðaðu tey bara ein sjálvi. 
Tað er stuttligt at arbeiða við so kreativum børnum. 
Í kvøld framførdu tey so fyri foreldrunum og ótu eina hugnaliga máltíð saman aftaná. Har var so nógv gott at eta og nógv hugnalig prát eisini. Vit sungu nakrar sangir saman, har pápi mín spældi harmoniku til. 

Góður foreldur og næmingar í 5.fl - túsund takk fyri eitt hugnaligt kvøld. 
Fríðbjørg