Barnaverkætlanararbeiði í Norðurlandahúsinum
Næmingaráðini hava í dag verið við til at skriva føroyska søgu.
Norðurlandahúsið hevur í nakrar dagar verið karmur um barnanna rødd í mun til ætlanina at skriva eina barnalóg.
Í dag hava okkara næmingaráð verið í Havn og givið okkara íkast til sitandi landsstýri í mun til, hvat børn halda, skal standa í eini barnalóg.
Mær vitandi er tað fyrstu ferð, at børn veruliga vera hoyrd í mun til, hvussu eitt lógarverk skal síggja út, sum eisini umhandlar tey.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum setti dagin. Hon heitti m.a. á børnini um at hugsa um øll, tá ymsu uppgávurnar skuldu svarast - eisini tey sum hava ymsar forðingar og kanska ikki vóru partur av næmingaráðunum.
Tríggjar ymiskar verkstovur vóru á skrá, við spurdómunum: Hvat hevur týdning fyri tykkum í mun til frítíð og heilsu, heim og grannalag og stovn og skúla.
Dagurin var væl skipaður og nógv fólk hjálptu okkum við ymsu uppgávunum.
Nógv prát var um týdningin av og avleiðingarnar av fartelefonini, ella kanska enn meiri týdningin av, at vera telefonfríður. Týdningurin av at børnini ynskja og vilja hava rætt til at hava eina góða og trygga familju og góðar vinir, var eisini eitt evni, sum var viðgjørt.
Alt í alt ein góður dagur, har bæði barnaútvarpið og Skúlablaðið fingu eitt prát við okkara næmingar. Spennandi verður at lurta og lesa.
Í morgin verður aftur ein áhugaverdur dagur, tá okkara næmingaráð aftur verður umboðað í NLH, tá landsstýrismaðurin fær handað íkastið til lógarverkið, sum allir næmingar skúlans hava verið við til at gera.