Miðdeildin í Norðurlandahúsinum 14. februar 2025
Mikkjal og Kirsten skipa Veðratáttin saman við miðdeildini í NLH til barnadansin
Lat ongan ivast í, at vit eru errin av næmingunum í miðdeildini.
í kvøld - mitt í vetrarferiuni - møttu nærum øll miðdeildin upp til barnadans í Norðurlandahúsinum.
Vit eru so glað fyri, at vit fingu høvið at kvøða og dansa saman við øðrum í kvøld.
Dansurin gekk væl, og tað skortaði ikki upp á rósandi orðini til okkara næmingar. Og rós hava tey uppiborið.
Aftaná dansin fingu børnini sunkist og pitsa.
Túsund takk, øll tit foreldur, fyri at skipa koyring og fyri at syrgja fyri, at børnini kundu fara í vakrar bundnar troyggjur. Uttan tykkum, hevði hetta als ikki borið til.
Nú gleða vit okkum til hugnakvøldið saman við foreldrum og næmingum - og so eru vit klár til føstulávint




















