19.02.2025

Áðrenn 1. tíma um morgunin

Tað er gott at møta í skúla í góðari tíð um morgunin. 
Børnini eru glað og biðja góðan morgun, tá vit hittast á gongini. 
Hetta er gott bæði fyri børn og vaksin. 
Í morgun var gott lag og spenningur í luftini við trappuna til grunddeildina - har var nærum heimsmeistaraskap í borðfótbólti og dreingirnir vóru spentir og harðmæltir. Teir stuttleikaðu sær óført. 
Summi hava tørv á at byrja dagin meiri friðarliga - og finna sær ein krók ella eitt borð og lesa bøkur av ymsum slagi. Aftur onnur fara inn í stovurnar at práta ella tekna og aftur onnur telva ella spæla eitthvørt runt um á skúlanum. 
Tá eg havi verið morgunvakt og havi heilsað upp á meiri enn helmingin av næmingunum, kann eg ikki annað enn vera í góðum lag. Altíð onkur góð søga, okkurt klemm og nógv, nógv fitt og  morgunfrísk børn klár til dagsins arbeiðið.