26.02.2025

Kvæðakvøld í miðdeildini

Vit kunnu við røttum vera stolt av okkara næmingum í miðdeildini. 
Í kvøld hava vit dansað og kvøði, vit hava etið saman og hugna okkum við spurnarkapping og stikkbólti í høllini. 
At børn ikki duga at læra uttanat passar í øllum førum ikki fyri okkara børn! 
Men vit eiga ikki bara fittar og dugnaligar næmingar, sum bæði duga væl at kvøða og skipa í dansinum, vit hava eisini so praktfull foreldur, tey stóðu fyri at hava okkurt etandi við til kvøldið - manga takk og takk fyri tað, tit øll <3 

Tó hevði einki av hesum verið nakað uttan okkara dugnaligu og eldhugaðu lærarar, sum hava skipað fyri og stuðla undir. 

Í Kollafirði hevur føroyski dansurin í øllum førum lív lagað. 

Vit gleða okkum longu til eitt dansikvøld komandi ár.