01.05.2025

8. flokkur á Íslandsferð - ferðafrásøgn 2. dagur

Mikumorgunin vóru vit tíðliga á fótum, tí nógv var á skránni. Eftir ein góðan morgunmat fylgdu vit spent við, tá ið Norrøna í fagrasta veðri legði at kl. 9.00. í Seyðisfirði.

Bussur stóð á bryggjuni at koyra okkum til ein bóndagarð beint uttanfyri Egilsstaðir, har vit skuldu ríða. Vit riðu í tveimum, og í meðan onnur helvtin reið, spældu hini fótbóltsgolf og hugnaðu sær á garðinum. Ríðingin eydnaðist framúr væl, og næmingarnir vórðu sera nógv róst av bóndahjúnunum fyri bæði dugnaskap og sera góðan atburð.

Eftir hetta fóru vit til Egilstaðir, har vit byrjaðu við at fáa okkum eina góða máltíð, áðrenn handlarnir skuldu vitjast. Kl. 16.00 koyrdu vit aftur til Seyðisfjarðar og umborð á Norrønu, har vit sluppu at hvíla okkum eina løtu.

Eftir døgurðan fóru vit at vitja “Úthangið” í Seyðisfirði, har kollfirðingurin Dánjal enn einaferð var so beinasamur at taka ímóti okkum. Hann hevði fyriskipað eitt hugnakvøld við nógvum ymsum aktivitetum og spølum fyri okkara næmingar og tey Íslendsku ungu í bygdini. Hetta var bæði stuttligt og gevandi hjá okkum øllum at uppliva.

Vit vóru aftur umborð umleið kl. 22.30, og av tí at vit ikki skulu so tíðliga upp í morgin avtalaðu vit, at næmingarnir sluppu at vera uppi til á midnátt. Umleið kl. 00.30 vóru øll í koyggjunum, og sera skjótt hoyrdist snorkan úr kømurnunum...