Skúlasøgan
Stutt um Kollafjarðar skúla
Í skúlanum ganga uml 130 næmingar.
Skúlin fevnir um næmingar frá 1. til og við 9. flokk, og er býttur í tríggjar deildir - grunddeild, miðdeild og hádeild.
Í skúlanum starvast 15 lærarar.
Skrivstova skúlans hevur skrivara, sum er á skrivstovuni mána-, miku- og hósdag frá kl. 8.00 til 15.00.
Á skúlanum starvast eisini heilsufrøðingur og tannlæknaatstøðingur. Tær eru á skúlanum týsdag.
Umframt vanlig flokshøli og øll vanlig fakhøli hoyrir fimleika- og svimjihøll til skúlan, umframt at skúlin hevur beinleiðs atgongd til ítróttarhøllina.
Uttanum skúlan er góður skúlagarður við vallum og nógvum ymsum leikum, umframt at skúlin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi.
Skúlin er bygdur í trimum stigum:
Elsti parturin í 1970, t.e. har, ið fimleikahøllin, skrivstovan er og teir yngstu næmingarnir halda til Annar parturin í 1984, t.e. har í bókasavn, miðhøll, ymisk fakhøli og næmingarnir í miðdeild halda til Yngsti parturin í 2005, t.e. har elstu næmingarnir og nøkur fakhøli eru.