Seinastu tíðindi
Tiltøk
25
- 29
november
Roynd í hádeildini
21
- 01
desember
Jólafrítíð
12
- 16
februar
Vetrarfrítíð
12
- 21
apríl
Páskafrítíð
Um skúlan
Skúlin í Kollafirði varð tikin í nýtslu í 1970. Í skúlanum eru uml 15 lærarar, 125 børn, tríggjar vaskikonur, ein húsavørður og ein skrivari. Vit hava eisini heilsufrøðing, tannlækna og stuðlar knýttar at skúlanum.
Møguleikarnir eru góðir til læring og spæl, bæði úti og inni. Frammanfyri skúlan hava vit eitt framúr gott spælipláss, aftanfyri hava vit eina av teim nýggjastu ítróttarhallunum í Føroyum og við endan av skúlanum hava vit øðrumegin svimjihøll og hinumegin sparkivøll. Um vit fara eitt sindur út um øki, hava vit sjógv, á, fjøll, Deyvahyl, sum man kann svimja í og viðarlundina.
Ella í stuttum - meira enn flestu av heimsins íbúgvum droyma um at hava.

Fyrst
spyrja tey: "Hvat gert tú"?
Seinni
spyrja tey: "Hvussu gert tú"?