21.09.2026
Skúlarenningin 2026
Í góðum veðri var árliga skúlarenningin fríggjadagin 18. september.
Byrjað var við upphiting, sum gentur í 9. flokki fyriskipaðu, og síðani varð runnið og gingið. Lagið var gott, og ikki minst kom tað væl við, at nakrar mammur stóðu á rutuni og bjóðaðu børnunum saft, tá ið tey komu framvið hjá teimum - takk fyri tað!
Tá ið liðugt var, fingu øll frukt frá skúlanum.