07.05.2025

5.fl vitjar brennistøðina á Hjalla

  • Her sita vit í undirvísingarhølunum hjá Endurnýtsluni
  • Væl varð lurtað
  • Ja, hatta er ein góður spurningur
  • Best er at vera á grøna trininum
  • Her sæst nakað av tí, sum skal í grøna ílatið
  • Um vit øll vóru umhvørvishetjur, so hevði tað verið gott
  • Hesar eru klárar til rundvísing
  • Vistu tit, at tað er gull í útstoytinum á einum bili?
  • Eitt heilt fjall av dekkum
  • Hetta eru battarí, sum vit í Kollafjarðar skúla hava goymt til endurnýtsluna
  • ogv spennandi verður beint burtur
  • Alt inni her, verður sent niður - heldigvís fingu vit øll børnini við okkum heim aftur til Kollafjarðar
  • 700 kg - hvørki meiri ella minni
  • Jógvan Fríði
  • Teitur
  • Jóan Mikal
  • Suni
  • Ingvar
  • ingvar
  • Shana
  • Kyle
  • Sylvia
  • Bjartur
  • Natasja
  • Evy
  • Dánjal
  • Kirsten

Hetta var ein góður túrur á Hjalla i dag. 
enn einaferð var 5.fl fyrimyndaligur at vitja virksemi saman við. Tá er stuttligt at vera lærari. 

Vit blivu heintaði í bussi á skúlunum og koyrd niðan á brennistøðina, har vit fingu vestar og hjálmar. 

Hetta var spennandi og áhugavert at læra um. Vit lærdu um, hvussu vit skulu skilja burturkast, hvat skal koyrast hvar við hús og á sjálvari brennistøðini. 

Øll slupp at royna grabban, lyfta og sleppa burturkasti. Tað var spennandi. Eisini hoyrdu vit um, tá ein iltfløska brast inni í brenniovninum og alt arbeiðið lá stilt í fleiri vikur, tí ovnurin skuldi umvalast fyri fleiri milliónir - lukkutíð var eingin fólkaskaði. 

Áðrenn vit fóru til hús, varð 5. flokkur á vektini - í ár vigaði 5. flokkur í Kollafjarðar skúla 700 kg hvørki meiri ella minni! 

Tá vit høvdu verið runt alt plássi, fingu vit karamell og sunkist. 

Vit takka fyri góða upplivilsi