19.05.2025

Skúlaútferð út á Lógv

Mikudagin í serstaka góða veðrinum avgjørdu vit at fara eina skúlaútferð út á Lógv í Saksun. 
Tíverri sluppu vit ikki øll heilt út, tí flóðin var í so stór, men eini 20 troystaðu sær at vassa út saman við Jákupi, lærara. Restin av okkum hugnaðu okkum longri inni í ósanum. 
ein praktfullur dagur.