13.06.2025

Á seturskúla í Porkeri við 6.fl

Í Hoygarðinum er gott at vera. 
Vit fóru suður hósmorgunin við Smyrli. Vit vóru so heppin, at Asbjørg møtti Rúna Lisberg, sum arbeiðir umborð. Við honum sluppu vit at vitja skiparan á brúnni. Har var spennandi at vera. 
Komin suður, fóru vit ein lítlan gongutúr eystur í rættina. 
Hagani fóru vit til Vágs. Vestur á Eiðið. 
vakrasta blett í landinum. 
onkur var so heppin at 'heilsa' upp á kong. Hann sat í bili og veitraði til tey. 
Á Eiðinum fingu vit góðar bollar og okkurt drekkandi. 
Um kvøldi ótu vit bollar í karry. Børnini spældu úti til seint á kvøldi. Tað er gott at vera úti ljósu, mildu summarkvøldini.
í morgun, fríggjamorgunin, vitjaðu vit í skúlanum. Vit blivu væl móttikin. Tey høvdu baka okkum kaku og fyrireika spøl.
Tað var stuttligt.
Hóast eingin mynd er, so vóru eisini nakrir, sum hava fiskað - tað dámdu teimum væl.