04.07.2020

Prógvhandan 2020

Í gjárskvøldið (17. juni) fingu næmingarnir í 9. flokki prógv. Hetta var ein hátíðarlig løta, har pláss var bæði fyri álvara og gaman.

Umframt sjálva próvhandanina vóru talur hildnar. Súsanna T. Hansen helt talu vegna flokkin, flokslærarin Gunnvá Dam helt somuleiðis talu., og skúlastjórin segði eisini nøkur orð.

Vit takka fyri árini, sum vit hava havt saman, og ynskja øllum næmingunum bestu eydnu í komandi tíð. Og sum vit søgdu, eru næmingarnir altíð vælkomnir aftur inn á gólvið hjá okkum at vitja.