19.06.2020

Seinasti skúladagurin hetta skúlaárið

Øll møttu til vanliga tíð, og flokkarnir hugnaðu sær á ymiskan hátt henda seinasta mrgunin í hesum skúlaárinum. Klokkan 11.00 samlaðust øll í skúlagarðinum, har vit dansaðu linedans. Erla og Eyðna, ein av okkara vaskikonum, lærdu okkum at dansa. Tá ið vit høvdu dansað eina løtu, fóru vit inn og endaðu dagin við at hava sangløtu saman. Lutakast varð eisini um vinningar til tey, sum høvdu latið rørsludagbókina inn. Høvuðsvinningarnir vóru 3 gávukort, sum vit høvdu fingið frá JAB Adventure, sum góvu møguleika til túrar við 4 fólkum í skjóttgangandi báti. Øll, sum høvdu latið rørsludagbókina inn, fingu hvørt sítt hoppiband sum gávu. Vit ynskja øllum eina góða summarfrítíð.