17.09.2020

6. flokkur vunnið fiskikappingina 2020

Tórshavnar kommuna skipar á hvørjum ári fyri fiskikapping millum 6. flokkarnar í kommununi. Tað er sluppin Westward Ho, sum verður nýtt til endamálið, og skúlin hevur luttikið hvørja ferð.

Í ár var okkara flokkur, t.e. árgangur 2015 saman við flokslæraranum Erlu L. í Húsinum á floti 31. august. Umframt næmingar og flokslærara vóru eisini fleiri foreldur við á túrinum.

Fiskiskapurin royndist væl og fingu tey ikki færri enn 96 fiskar. Úrslitið var somikið gott, at flokkurin gjørdist bestur av øllum og vann sostatt kappingina. 

Í morgun var borgarstjórin, Annika Olsen við fylgi og manning av Westward Ho í skúlanum at heiðra 6. flokki. Borgarstjórin segði nøkur orð, ynskti teimum tillukku og gav teimum steyp til ognar. 

Tíðindini um heiðurin standa á fleiri heimasíðum m.a. á torshavn.fo