29.01.2021

Granskarar á vitjan í skúlanum

Vit hava havt vitjan av granskarunum Jens Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen. Teir hava verið inni í 6. flokki og í hádeildini. Eyðfinn fortaldi um gransking av haru og rottu. Eyðfinn hevur eisini heimasíðuna www.haran.fo . Á hesi síðuni verður skrásett, hvussu nógvar harur verða skotnar á hvørjum ári. Eisini kannar Eyðfinn rottur. Hann hevur fingið fleiri rottur úr Kollafirði, sum hann hevur kannað. Jens Kjeld hevur í áravís kannað smákykt av øllum slagi, og hann hevur eisini í áravís víst á, at tað er skeivt og beinleiðis skaðiligt at innflyta mold og plantur. Við moldini koma óynskt smákykt til Føroya og gera skaða á náttúruna. Heimasíðan hjá Jens Kjeld er at finna her 

Vitjanin var í samband við, at 6. flokkur í fjør vann kappingina "Ársins vitanarfróðu" Tann frágreiðingin kann lesast her

Virðislønin var peningur og at fáa vitjan av granskara. Vit vóru so heppin, at bæði Jens Kjeld og Eyðfinn komu til okkara.