07.06.2021

4. flokkur á seturskúla í Nólsoy

Í døgunum 2. - 4. juni var 4. flokkur í Nólsoy á seturskúla. Í Nólsoy er altíð gott at vera, og hesin túrurin var einki undantak. Vit búðu í Royndarhúsinum.


Vit vitjaðu Jens-Kjeld Jensen, sum greiddi frá um djóralívið í Føroyum nú og fyri fleiri milliónum árum síðani. Hann hevði nógv áhugavert inni í arbeiðsrúminum hjá sær, sum vit eisini sluppu at spyrja um. Hann hevur stappað nógv ymisk djór út, og fleiri av teimum komu úr Kollafirði.

Hósdagin vóru vit ein túr heilt norði á endanum á Stongini. Seinni um dagin vitjaðu vit Prinsessutoftirnar.
Fyrrapartin fríggjadagin fóru vit niðan á Stong at taka mynd av øllum flokkinum. Tað var nógvur mjørki, so vit sóu ikki so langt, men myndirnar eru góðar.

Allar fríløturnar brúktu vit á fótbóltsvøllinum og á sandinum úti á Malarenda. Tað var deiligt, og vit fingu fleiri karmar.