16.06.2021
Prógvhandan 2021
Í dag hevur 9. flokkur fingið prógv. Nógv fólk vóru savnaði til hesa hátíðar- og hugnaligu løtu. Umframt felagssang, vóru røður hildnar av skúlastjóranum Jón Højsted, flokslæraranum Jákupi Dam og av Martu Fagraklett, sum helt talu vegna flokkin. Sum Jákup og Jón søgdu, so fara tey at verða saknaði á skúlanum og teimum varð og verður ynskt alt tað besta á lívsleiðini framyvir.