21.06.2021

Kári fer frá og Marin hevur verið lærari í 40 ár

Fríggjadagurin var ein hendingaríkur dagur. Næmingarnir høvdu sín seinasta skúladag í hesum skúlaárinum. Ymiskt var, hvussu flokkarnir høvdu valt at brúka tveir teir fyrstu tímarnar, men øll tóku tey floksmyndir hesa løtuna. Aftaná fríkorterið varð sangløta. Hetta var ein góð løta. Nógv var sungið og vinnarar til rørsludagbókina vórðu funnir. Marin og Kári fingu handað hvør sína kurv frá skúlanum, við øllum møguligum góðum í. Marin byrjaði sum lærari í skúlanum í 1981 og hevur tískil arbeitt sum lærari her í 40 ár. Kári byrjaði at arbeiða her í 1992 og hevur, nú hann fer frá vegna aldur, arbeitt á skúlanum í næstan 30 ár. Løtan var merkt av, at Kári hevði sín seinasta arbeiðsdag sum lærari. Nógv tár runnu hesa løtuna, tá vit takkaðu Kára og søgdu honum farvæl. Næmingarnir í 4. flokki høvdu hjálpt Marini at yrkt ein sang til Kára, sum tey(hon) so meistarliga kom frá. Sangurin er á eini mynd, sum er viðheft. Kári fekk eisini eina gávu frá teimum. Vit eru øll takksom fyri tað, sum Kári hevur givið okkum og ynskja honum alt tað besta framyvir. Hann hevur lovað, at hann kemur skjótt aftur at vitja okkum.