18.05.2022

Seinasti skúladagur hjá 9. flokki

Í dag hevði 9. flokkur sín seinasta skúladag. Tey byrjaðu við morgunmati saman við lærarum og fóru síðani niðan í ítróttarhøllini, har tey skipaðu fyri ymiskum undirhaldi. Dagurin endaði við, at øll fingu franskar hotdogs og sunkist, sum Hannus, Christian Martin og nakrir lærarir høvdu grillað uttanfyri í sera vánaligum grill-veðri. Her eru nakrar myndir frá einum væleydnaðum degi.