21.06.2022
Fráfaringarløta fyri Marin og Onnu Rúna
Í dag er seinasti skúladagur í hesum skúlaárinum. Sum vanligt, endaðu vit við eini sangløtu, sum samstundis varð ein fráfaringarløta fyri Marin og Onnu Rúnu, sum nú fara frá vegna aldur.
Marin hevur starvast sum lærari her síðani 41 ár og Anna Rúna í 17 ár. Hetta var ein rørandi løta, men tær lovaðu okkum, at tær koma at vitja okkum aftur.
Vit takka teimum fyri tíðina, sum tær hava verið her og ynskja teimum alt tað besta framyvir.