19.12.2024
Evnisdagar í hádeildini
Hádeildin hevur havt evnisdagar, har høvuðsevnið var "Jól í øðrum londum". Næmingarnir arbeiddu tveir dagar í verkstøðum, har teir í bólkum arbeiddu við ymiskum londum, gjørdu bomm-og køkuprýði at heingja upp á eitt jólatræ og spældu tónleik. Umframt tað arbeiddu næmingar við at gera eina jólakafe, har borðreitt var við ymiskum, sum næmingarnir høvdu bakað/gjørt. Evnisdagarnir endaðu við eini hugnaløtu í jólakafeini, har næmingar greiddu frá, hvussu jólini verða hildin í teimum ymisku londunum.