25.09.2018

Brunavenjingin í skúlanum

Fríggjadagin 21. septembur varð afturvendandi brunavenjingin hildin í skúlanum saman við Kollafjarðar sløkkiliði. Eisini varð 1. hjálparvenjing hildin í sambamd við venjingina, har Egga Jensen var instruktørur.

Klokkan 9.00 fóru eldávaringarklokkurnar í skúlanum at ýla, sum tekin upp á, at eldur var í skúlanum. Samstundis varð eldurin fráboðaður til sløkkiliðið.

Beinanvegin fóru næmingarnir saman við lærarunum út úr skúlanum á savningarplássini í skúlanum. Roykur var fyltur í alt bókasavnið og miðhøll skúlans, so tað bar ikki til at fara út úr skúlanum tann vegin. Endamáli er at venja, hvussu vit fara út úr skúlanum og at hava manntal, tá ið vit savnast uttanfyri.

Av tí at 1. hjálp var partur av venjingini, varð skjótt funnið út av, at tað "manglaðu" fimm næmingar í 9. flokki, sum sløkkiliðið so skuldi leita eftir inni í hølunum, har roykurin varð.

Sløkkiliðið var í skúlagarðinum longu kl. 9.07, og teir fingu beinanvegin at vita, at fimm næmingar vóðru saknaðir. Klokkan 9.15 varð fyrsti næmingurin funnin, og tann síðsti varð funnin kl. 9.31.

Allir næmingarnir høvdu ein "gjørdan skaða", sum lærarar skúlans skuldu viðgerða undir eftirliti av Egga Jensen. Allar flestu lærarar skúlans hava 1. hjálparprógv, og tað var í tí sambandi at hesin parturin varð vandur.

Tá ið venjingin varð av, varð hon eftirmett saman við sløkkiliði og vegleiðaranum í 1. hjálp. Sum heild vóru partarnir væl nøgdir við venjingina, hóast tað vóru onkur smærri viðurskifti, ið eiga at broytt ella bøtt upp á.