26.09.2018

Hagstovan á vitjan

Hagstovan skipar fyri átaki, sum hevur til endamáls at kunna næmingarnar í fólkaskúlanum um teirra virksemi og at vísa á, hvørjir møguleikar eru í at brúka tilfarið, sum tey gera.

Í morgun fekk skúlin vitjan frá Hagstovu Føroya. Tey vóru í skúlanum við tí fyri eyga at vísa næmingum og lærarum á, hvussu skúlin kann fáa nyttu av tí, sum stovnurin ger.

Framløgan varð hildin í Miðhøllini, og tað vóru næmingarnir í mið- og hádeildini, sum vóru til framløguna. Mett varð, at teir yngru næmingarnir ikki fóru at fáa tað stóra burturúr framløguni.

Hagstovan vísti í stuttum á, hvørji hagtøl eru tøk, og hvar tað ber til at fáa fatur á teimum, og tað var fyrst og fremst á heimasíðuni hjá teimum. Tey vístu m.a. á, hvat tey høvdu skrásett um Kollafjarðar skúla og næmingarnar, sum ganga í skúlanum.

Hagstovan hevur í samband við átakið gjørt ein lego bý - Hagvík, sum vísr ymiskt, sum hevur við teljingar og hagtøl at gera. Talan er um ein forvitnisligan bý, sum Hagstovan nú hevur lænt skúlanum at brúka í nakrar vikur.

Eftir framløguna, høvdu næmingarnir møguleika at seta teimum spurningar, og tann møguleikan brúktu nakrir næmingar.